Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
------------
Fjølmiðlar bera stórtíðindi nú um dagarnar.
Nú skal Skráseting Føroya og ivasama eftirlit hennara í málinum um Eik Grunnin kannast!
Tíðindini koma úr Løgtinginum. Har ganga tingfólk, kropp á kroppi, upp á røðarapallin við avgjørdum útsagnum um, at nú skal ikki bert falleraði Eik Grunnurin og hansara virksemi granskast. Nei, nú má eisini grunnaeftirlitið, ið Skráseting Føroya stendur fyri, leggjast undir sjóneykuna!
1.303 dagar ov seint
Í grundini er hetta tann beri handatváttur.
Løgtingsfólk, landsstýrið og miðlar hava í áravís vitað, at leikluturin - ella rættari tann manglandi leiluturin - hjá Skráseting Føroya í Eik-málinum má endavendast.
Nærri tilskilað eru tað í dag neyvt 1.303 dagar síðani, at undirritaði alment heitti á landsstýrið um at kanna manglandi eftirlitið, ið Skráseting Føroya hevur ábyrgdina av.
Reaktiónstíðin hjá politisku elituni í landinum er merkisvert long.
Á hædd við Bankamálið
Málið um Eik Banka, Eik Grunnin og ússaliga eftirlitið er beinleiðis at sammeta við illa gitna Bankamálið í 90-árunum.
Tá var danska fíggjareftirlitið ikki nóg strangt. Hesaferð var galið við føroyska grunnaeftirlitinum.
Tá fóru stórbankar í Føroyum á húsagang. Nú eru bæði størsti banki Føroya og ein milliardastórur grunnur farnir av knóranum.
Tá legði danski staturin rygg til við umleið trimum milliardum krónum. Hesaferð sprændi danski staturin (Finansiel Stabilitet) umleið tríggjar milliardir krónur inn í Eik Banka-samtakið.
Hvør er so munurin á Bankamálinum frá 90-árunum og Eik-málinum frá 00-árunum?
Mest eyðsýnt er, at í 90-árunum stóðu løgtingsfólk oman á hvørjum øðrum og kravdu onki minni enn eina dómarakanning av øllum viðurskiftum, og tað skuldi vera áðrenn fyrnigarfreistin rann út.
Í Eik-málinum - eftir at ein illa skikkað leiðsla hevði stýrt bankasamtakinum og Eik Grunninum út á sjógv - hava tinglimir og landsstýrið snorksovið.
Nú hevði tað brádliga ikki so stóran skund at kanna viðurskiftini.
Ikki fyrr enn fyrningarfreistin fyri møgulig lógarbrot er farin, og ikki fyrr enn ein danskur fyrrverandi bankastjóri í Føroyum úttalar seg, vilja tey gera álvara av at "venda hvørjum steini".
Loksins - eftir 1.300 dagar í heingikoyggjuni - birtist áhugi fyri manglandi grunnaeftirlitinum í Føroyum.
"Stór skomm" nevnir onkur hetta, men tað er verri enn so.
Atburðurin hjá tingi og landsstýri er av gølu-dimensjónum. Umdømi og trúvirði Føroya er longu fokið.
Vakthundur ella lærhvølpur?
Hvør er kjarnin í málinum um manglandi eftirlitið við Eik Grunninum?
Brølarin hendi tann 9. mars í 2010. Tá góðkendi føroyska grunnaeftirlitið, Skrásetingin, at Eik Grunnurin kundi lata einum neyðstaddum Eik Banka kapital, so at bankin kundi vera solventur.
Góðkenningin varð givin, uttan at eftirlitsmyndugleikin frammanundan hevði kannað fíggjarligu støðuna í grunninum.
Eftirlitið bað ikki um so mikið sum ein dagførdan og eksternt revideraðan roknskap fyri Eik Grunnin. Man mátti hildið, at hetta var eitt minstakrav.
Tvørturímóti blástemplaði Skrásetingin lánið úr grunninum við støði í upplýsingum frá Eik Grunninum sjálvum!
Onki kanningararbeiði. Onki sjálvstøðugt arbeiði. Tað tykist, sum var bert autopiloturin tendraður.
Hvussu kundi hetta bera til? Tað vita vit framvegis ikki nú meira enn 1.300 dagar seinni.
Vakthundurin, sum etur úr hondini á tí, sum skal eitast at vera undir eftirlitið, er í veruleikanum ein lærhvølpur.
Skúladømi um stoltleika-yvirtøku
Aftanfyri liggjandi orsøkin til gøluna um manglandi grunnaeftirlit skal finnast í, at føroyskir politikarar - sum oftast í óðum verkum og av berum stoltleika - eru grammir eftir at yvirtaka málsøkir.
Hetta eru stoltleika-yvirtøkur, ið tæna sum bringuprýði hjá summum.
Tankagóðsið aftan fyri stoltleika-yvirtøkurnar er: tú ert bert ein rættur sjálvstýrispolitikari, um tú hevur yvirtikið hetta ella hatta málsøkið.
Um tann einstaka yvirtøkan er skilagóð, haldfør ella kostar skattaborgarum pengar hvørt ár, hevur ongan týdning.
Hon er jú bert ein symbolsk handling.
Tað er eisini púra líka mikið, um tann einstaka yvirtøkan er ófyrireikað og uttan
kvalitet í teirri víðari umsitingini av málunum, so sum yvirtøkan av grunnaeftirlitinum er eitt talandi dømi um.
Og tað hevur heldur onki upp á seg, at ein yvirtøka er ein útreiðsla, ið tyngir landskassan hvørt einasta ár í alla framtíð.
So leingi yvirtøkur kunnu prýða brattar politikarabringur og útvega atkvøður, er alt annað líka mikið.
Hvussu við øðrum eftirlitum?
Ein komandi kanning av Skráseting Føroya fer helst at vísa, at Skrásetingin hvørki hevur neyðuga starvsfólka-, fíggjar- ella fakliga orku til at hava nakað veruligt eftirlit við grunnum.
Man má tí við rímiligheit spyrja: man tað vera so livandi galið, at aðrir grunnar í Føroyum, ið umsita milliardir av krónum, eru uttan reelt eftirlit?
Hetta - saman við ítøkiligu Eik Grunna-gøluni - eigur at føra til, at onnur eftirlit koma í ljósmála.
Hvussu við Tryggingareftirlitinum? Er nakað reelt eftirlit við tryggingarfeløgum?
Hvussu við Kappingareftirlitinum? Fjarskiftiseftirlitinum? Posteftirlitinum? Og so víðari.
Tá ið eftirlitsuppgávan hjá Skráseting Føroya ikki er nøktandi, er so nøkur grygd fyri, at onnur eftirlit virka eftir ætlan?
Hetta eru alt viðkomandi spurningar, ið føroyingar sum borgarar og skattgjaldarar mugu hava svar uppá.
Í veruleikanum stendur álitið og trúvirðið hjá allari eftirlitsskipanini upp á spæl.
Men hvør veit.
Skulu føroyingar eisini í hesum samanheingi bíða í 1.303 dagar eftir, at politiska elitan vaknar og fer úr politisku heingikoyggjuni?
---
Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin