13 deyð og 66 løstað í spreinging í Katar

- Hendingin hevur einki við sabotasju ella álop at gera, sigur orkumálaráðið í Katar

Í nátt var ein ógvuslig spreinging í einum gassanleggi í Katar.

 

Tað upplýsir orkumálaráðið í landnum, og tað er Reuters, sum endurgevur.

 

13 fólk lótu lív, og 66 vórðu løstað í spreingingini.

 

Orkumálaráðharri landsins sigur, at kanningar eru settar í verk, sum skulu greiða, hví spreingingin hendi.

 

Hann vissar tó um, at hendingin hevur einki við sabotasju ella álop at gera.

 

Spreingingin var í ídnaðarbýnum, Ras Laffan, skrivar uttanríkisráðið í Katar á X, fyrverandi Twitter.

 

Ógreitt er, hvør orsøkin var til spreingingina, sum fekk so stórar avleiðingar.