HM: Zlatan trýr upp á Svøríki hóast stórtap fyri Niðurlondum

Svensku miðlarnir eru farnir illa við svenska landsliðnum aftaná 1-5 tapið

Tá Svøríki tapti 1-5 fyri Niðurlondum á NRG leikvøllinum í Houston í dysti í innleiðandi HM-bólki F var talan um størsta HM-endaspælstapið hjá Svøríki í 76 ár.

 

Í HM-endaspælinum í 1950 tapti Svøríki 1-7 fyri vertstjóðini, Brasil. Tá vann Svøríki tó HM-bronsu, so heildarmyndin var góð.

 

Svensku miðlarnir fóru sera illa við svenska landsliðnum aftaná 1-5 stórtapið fyri Niðurlondum. 

 

Men fremsti svenski landsliðsleikarin nakrantíð, Zlatan Ibrahimovic, ið skoraði 62 mál í 122 landsdystum er nú komin svenska hópinum til hjálpar. 

 

Zlatan, ið er viðmerkjari hjá amerikonsku sjónvarpsrásini, FOX segði aftaná stórtapið, at Svøríki spældi í grundini ikki so illa. Stóri munurin var bara, at Niðurlond vóru nógv effektivari í álopspartinum. Zlatan slær fast, at landsmenn hansara eiga ikki at missa mótið, men læra av mistøkunum. Hann er vónríkur um, at Svøríki fer at avrika væl í seinasta bólkadystinum móti Japan, og harvið vinna seg til sekstandapartsfinalurnar. 

 

Svøríki vann annars í fyrsta dystinum í bólkinum stórsigur 5-1 á Tunesia. 

 

Hóskvøldið á midnátt spælir Svøríki móti Japan. Samstundis spæla Niðurlond og Tunesia. Niðurlond og Japan hava fýra stig hvør. Svøríki hevur trý stig, meðan Tunesia einki stig hevur.

 

-------------

 

HER  ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.