Sambært Kringvarpinum hevur Eystari landsrættur broytt dómin, so revsingin nú er treytað.
Maðurin varð dømdur í Føroya rætti fyrst í august í fjør, eftir at hann varð handtikin 24. juli og sat í varðhaldi í 14 dagar. Hann noktaði seg sekan í ákærunum um harðskap og hóttanir móti politisti.
Men Landsrætturin legði serligan dent á, at maðurin síðani tá hevði broytt lívsførslu.
Kringvarpið skrivar, at hann millum annað er givin at drekka og hevur fingið skil á persónligu viðurskiftunum.
Tí metti Landsrætturin, at tað ikki var rætt at lata mannin inn at sita, hóast hann varð funnin sekur.
Dómurin varð tí broyttur úr tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing til tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing.











