Russar savnaðu upplýsingar um svenskar toppolitikarar

Säpo sigur seg hava avdúkað og steðgað einum russiskum njósnarátaki. Ein persónur við diplomatiskari støðu varð fingin at savna upplýsingar um týðandi svenskar politiskar avgerðartakarar.

Christoffer Wedelin, virkandi operativur leiðari hjá svensku trygdarløgregluni Säpo, sigur, at fregnartænastan í smálutum hevur fylgt russiska njósnarátakinum og hevur steðgað tí. Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix

Russisk fregnartænasta hevði fingið ein persón á eini útlendskari diplomatiskari sendistovu í Svøríki at savna upplýsingar um svenskar toppolitikarar.

 

Svenska trygdarløgreglan Säpo sigur seg hava fylgt njósnarátakinum í smálutum og at enda steðgað tí.

 

– Vit vita, hvørjar uppgávur vórðu givnar, og hvørjar upplýsingar agenturin síðani savnaði, sigur Christoffer Wedelin, virkandi operativur leiðari hjá Säpo.

 

Millum uppgávurnar var at savna upplýsingar um týðandi svenskar politiskar avgerðartakarar og um sambandið hjá Svøríki við onnur lond.

 

Sambært Säpo var endamálið eisini at geva russiskari fregnartænastu møguleika at ávirka polariserandi mál, undirgrava svenska avgerðartilgongd og seta Svøríki og ES í ringt ljós.

 

Säpo hevur enntá myndir av agentinum saman við einum russiskum fregnartænastumanni á einum barr.

 

Säpo vil ikki siga nágreiniliga, hvussu átakið varð steðgað, men metir, at russiska ætlanin miseydnaðist.

 

Agenturin og tveir russiskir fregnartænastumenn eru síðani farnir úr Svøríki. Teir høvdu diplomatiskt órin og kunnu tí ikki rættarsøkjast.

 

Säpo hevur áður mett Russland vera størstu trygdarhóttanina móti Svøríki og sigur, at Russland arbeiðir miðvíst við loyniligari ávirkan og fregningarvirksemi.

 

Ritzau/T

 

Christoffer Wedelin, virkandi operativur leiðari hjá svensku trygdarløgregluni Säpo, sigur, at fregnartænastan í smálutum hevur fylgt russiska njósnarátakinum og hevur steðgað tí. Mynd: Magnus Lejhall/TT/Ritzau Scanpix