17 fakfeløg hava góðtikið lønarkarmin

Fimm fakfeløg afturat hava gjørt eitt ára semju við Fíggjarmálaráðið. Lønarkarmurin er 3,87 prosent.

Jan Sjóstein er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Fimm fakfeløg aftrat hava gjørt semju við Fíggjarmálaráðið um lønarkarmin næsta árið.

 

Talan er um Ergoterapeutfelagið, Bioanalytikarafelagið, Musikklærarafelag Føroya, Felagið Maritimir Lærarar og Tænastumannafelagið.

 

Sostatt hava tilsamans 17 fakfeløg nú gjørt semju um ein lønarkarm á 3,87 prosent, skrivar Kringvarpið.

 

Í flestu førum verður øll hækkingin løgd oman á lønina. Í øðrum førum verður ein partur av karminum brúktur til umflokkingar.

 

Tey 12 fakfeløgini, sum frammanundan høvdu gjørt semju, eru Starvsfelagið, Heilsurøktarafelagið, Ljósmøðrafelag Føroya, Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya, Yrkisfelagið Miðnám, Akademikarafelag Føroya, Farmakonomforeningen, Yngri Læknar Føroyar, Kost- og føðslufelagið, Fysioterapeutfelag Føroya, Føroya Tekniska Lærarafelag og Pharma Danmark.

 

Flestu av hinum fakfeløgunum eru eisini farin til sáttmálasamráðingar, upplýsir Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, fyri Kringvarpinum.

 

Samráðingar eru millum annað byrjaðar við Føroya Lærarafelag, Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Føroya Pedagogfelag.

 

Jan Sjóstein er stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. Mynd: Bjarni Árting Rubeksen