Tvey fólk eru deyð, og seks eru særd í einum russiskum rakettálopi á ukrainska høvuðsstaðin Kyiv náttina til hósdag.
Tað upplýsa ukrainskir myndugleikar sambært Reuters.
Vitali Klitschko, borgarstjóri í Kyiv, sigur, at Russland hevur lopið á býin við ballistiskum rakettum.
Álop hava verið í trimum býarøkjum. Bæði vinnubygningar og íbúðarbygningar eru raktir, og eldur er í fleiri bygningum.
Bjargingarlið eru send á staðið. Enn er óvist, um fleiri fólk eru undir leivdunum.
Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum, sigur sambært ríkistíðindastovuni Tass, at álopið er eitt svar upp á ukrainsk álop móti russiskum sivilfólkum og undirstøðukervi.
Hon sigur, at Russland fer at halda fram við krígnum, sum russisku myndugleikarnir kalla eina »serliga hernaðaraðgerð«.
Upplýsingarnar frá teimum krígsførandi pørtunum kunnu ikki váttast óheftar.











