Gylta Djurhuus á Neystabø kappast við Anne-Sofia Lauridsen um at verja málið hjá Skuru IK, ið spælir í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Í kvøld spældi Skuru IK fyrsta kappingardystin hetta kappingarárið.
Talan var um fyrru sekstandapartsfinaluna í svensku steypakappingini móti Skånela úr triðbestu deildini.
Hóast útivøll, og hóast Skånela sum eitt serligt "handikapp" slapp at skjóta seks brotskøst undan dystarbyrjan, og legði seg á odda 5-0, so endaði dysturin við stórsigri 41-28 (23-14) til Skuru.
Liðini hittust aftur í Nacka nær við Stokkhólm, leygardagin klokkan 13. Tað skal ganga ótrúliga illa hjá Skuru, um tær ikki vinna seg í áttandapartsfinalurnar.
Kappingin í bestu svensku hondbóltsdeildini byrjar ikki fyrrenn 3. oktober.











