180 tímalønt í Havn – fáa tey løn undir sjúku?

Tingkvinna spyr landsstýriskvinnu um løn vegna sjúku hjá tímaløtnum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum

Tað er Annika Olsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi, sum spyr Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og heilsumálum ein grein 52a fyrispurning um løn vegna sjúku hjá tímaløntum og fólkum í tíðaravmarkaðum størvum.

Spurningarnir eru soljóðandi:

1. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum arbeiða á ávikavist eldraøkinum, heilsuøkinum og almannaøkinum í Føroyum?

2. Hvussu nógv tímalønt og fólk í tíðaravmarkaðum størvum út yvir omanfyri nevndu økir eru á føroyska arbeiðsmarknaðinum?

3. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu hesi fólk eru stillaði í mun til løn undir sjúku sammett við onnur, sum eru í føstum starvi?

4. Eru ætlanir at broyta lógina um starvsmenn soleiðis, at øll verða javnsett fíggjarliga, tá sjúka rakar?

5. Nær verður ein nýggj lóg um starvsmenn løgd fyri Løgtingið?

Í viðmerking til spurningin vísir Annika Olsen á, at tað eru rættiliga nógv, sum arbeiða sum tímalønt og í tíðaravmarkaðum størvum í Føroyum. Ein stórur partur av hesum fólkum arbeiða innan eldraøkið.

– Bara í Tórshavnar kommunu, hevur undirritaða fingið at vita frá Heilsuhjálparafelag Føroya, er talan um 180 starvfólk, sum eru tímasett. Hetta eru í allar flestu førum kvinnur, sum eitt langt arbeiðslív hava arbeitt á økinum, og hóast tær ikki hava útbúgving innan sítt fak, so hava tær drúgvar royndir og eru ein grundleggjandi súla undir, at eldraøkið kann virka.

– Ein táttur í at fáa hesar kvinnur undir útbúgving var skipanin við løn undir útbúgving, hvørs endamál var at geva hesum kvinnum ein veruligan kjans at taka eina útbúgving innan sítt øki, men tíverri hava nógvir byrjanartrupulleikar verið við hesi annars so kærkomnu skipan. Men vit síggja eisini nógv tímasett starvsfólk á almanna- og heilsuøkinum, sum eru í somu støðu, og rættindini hjá hesum tíðaravmarkaðu- og tímasettu eru eisini ótíðarhóskandi m.a. viðvíkjandi rættinum til fulla kompensatión, tá sjúka rakar, sigur Annika Olsen.

Hon vísir eisiniá, at meðan fólk í føstum starvi eru fult tryggjaði við løn, tá sjúka rakar, fáa tímalønt og fólk í parttíðarsettum størvum í mesta lagi 80 % av eini arbeiðsmannaløn úr dagpeningaskipinani hjá Almannaverkinum. Talan er um fólk, sum í nógvum førum eru láglønt og hava uppihaldsskyldu frammanundan, og tí rakar tað enn meinari, tá sjúka rakar.

– Meðan tann danska lógin um starvsmenn, sum okkara lóg byggir á, er broytt fleiri ferðir, har tímakravið fyri at fáa fult lønarendurgjald vegna sjúku er stytt, fyrst úr 20 tímum niður í 15 og síðani niður í 8 tímar, er okkara lóg ikki bøtt í nóg stóran mun, sigur hon.

– Um tíðaravmarkað og tímasett skulu hava fult endurgjald, kann hetta sjálvsagt raka føroyskt vinnulív, og serliga smáar fyritøkur, meint, og tí kann hugsast, at arbeiðsgevarar kunnu aftra seg við at seta fólk í starv, um tímatalið er ov lágt fyri, nær starvsfólk er fevnt av starvsmannalógini. Ein møguleiki er tí at broyta sjúkradagpengalógina, samstundis sum markið fyri at vera fevndur av starvsmannalógini verður lækkað, soleiðis at arbeiðsgevarar fáa endurgoldið sjúkaradagpengasatsin hjá starvsfólki, tá teir rinda teimum løn undir sjúku. Hetta bleiv m.a. sett í verk undir koronofarsóttini, sigur hon.

– Tað er tó ein breiður skari í føroyska samfelagnum, sum ikki er nóg væl tryggjaður, tá sjúka rakar; fólk, sum hava vital størv fyri tað føroyska samfelagið, m.a. sjófólk, verkafólk og handverkarar. Tí er umráðandi at broyta og nútímansgera lógina um starvsmenn yvirhøvur (bara heitið sjálvt er ótíðarhóskandi og ekskluderandi) soleiðis at hesi fólkini verða javnsett við onnur, eitt nú tá sjúka rakar, sigur Annika Olsen.

Landsstýriskvinnan hevur tvær vikur at svara spurningunum.