Staðfest: Ísak Vedelsbøl fer at spæla við HØJ

Enn ein føroyingur fer at spæla í bestu donsku hondbóltsdeildini

HØJ hevur fyrrapartin kunngjørt, at føroyski landsliðsleikarin, Ísak Vedelsbøl fer at spæla við teimum komandi kappingarár í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Talan er um ein trý ára sáttmála.

 

Við heimasíðuna hjá HØJ sigur Ísak, at hetta er eitt gott stig í víðari menningini hjá sær at koma til eitt sterkt og gott venjingarumhvørvið. Ísak heldur, at talan er um ein framúr sterkan hóp.

 

##med2##