182 nýggjar gravir fyri stívliga 2,5 milliónir krónur

- Gongst sum ætlað, verður arbeiðið væntandi liðugt seinni í ár, og nýggi kirkjugarðurin í Skopun verður klárur at taka í nýtslu í komandi ári

- Síðan nýggja bygdarráðið í Skopun kom til í januar 2025, hevur verið arbeitt við nýggjum kirkjugarði. Undanfarna bygdarráð setti gongd á arbeiðið síðst í 2024. Eftir hetta er einki arbeiði gjørt á staðnum.

 

Nakað soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Skopunar kommunu í dag. Sagt verður, at hóast einki er hent á staðnum, so hevur kortini verið arbeitt við málinum. 

 

- Nú eru vit loksins komin á mál, og arbeiðið uppá nýggja kirkjugarðin byrjar í komandi viku, viku 28.

 

Sagt verður, at tað er Verkfo - ein fyritøka, sum veitir verkfrøðiliga ráðgeving - ið hevur teknað nýggja kirkjugarðin.

 

- Tað verður Sp/f Finnleif Fagradal, sum kemur at gera arbeiðið, og tilboðið uppá kirkjugarðin ljóðar upp á 2.555.070,00 krónur umframt mvg.

 

Í Skopunar kommunu siga tey, at pláss verður fyri 182 gravum í nýggja kirkjugarðinum.

 

- Gongst sum ætlað, verður arbeiðið væntandi liðugt seinni í ár, og nýggi kirkjugarðurin verður klárur at taka í nýtslu í komandi ári, verður lagt aftrat.