Ukraina: 3500 russiskir hermenn eru falnir

Í ukrainska verjumálaráðnum siga tey, at russar hava verið fyri stórum missi, síðan landið leyp á hósdagin.

 

Norsku tíðindastovurnar NTB og Dagbladet endurgeva í morgun ukrainska verjumálaráðið fyri at siga, at Russland higartil hevur mist 3500 hermenn, og at 200 aðrir eru tiknir til fanga.

 

Haraftrat skal russiski herurin, sum leyp á Ukraina hósdagin, hava mist 14 flogfør, átta tyrlur og 102 stríðsvognar, umframt fleiri enn 530 onnur hernaðarakfør.

 

Tíðindastovurnar leggja tó aftrat, at ukrainsku tølini eru ikki váttað av óheftum keldum.

 

Sambært russisku tíðindastovuni Tass hava russar oyðilagt fleiri enn 800 ukrainskar hernaðareindir, harímillum 14 hernaðarflogvallir, 48 radarastøðir og fleiri eftirlitsstøðir.

 

Tass sigur, at russar hava skotið niður ukrainsk hernaðarflogfør, tyrlur, dronur og hava oyðilagt ukrainskar stríðsvognar.

 

Sum skilst á miðlunum í morgun eru harðir bardagar fleiri staðni í Ukraina.

 

Umframt at hava framt loftálop á høvuðsstaðin, hava russar framt loftálop á býir, sum eitt nú Sumy har norðuri í landinum, Mariupol har suðuri og í Poltava har eysturi í landinum.

 

Sivil mál eru eisini rakt í ukrainska høvuðsstaðnum Kiev, har gøtubardagar byrjaðu í nátt.

 

Ein leiðari fyri heilsumálaráðið í Ukraina upplýsti í morgun, at í minsta lagi 198 ukrainar hava latið lív orsakað av russisku innrásini, harímillum trý børn. 

 

Sambært tíðindastovuni NTB og Dagbladet er ikki greitt, um talan her bert er um sivilu tapini.

 

Heilsumálaráðið í Ukraina sigur, at 1115 fólk eru særd í krígnum higartil, harav 33 børn.