45 fólk fleiri í Sjóvar kommunu

Síðan 2017 er fólkatalið í Sjóvar kommunu vaksið við 284 fólkum

Sjóvar kommuna veksur støðugt.

 

- Síðan vit rundaðu tey túsund fólkini á jóansøku í 2017, eru vit vorðin 284 fólk fleiri.

 

Soleiðis siga tey í Sjóvar kommunu.

 

Sambært uppgerð hjá Landsfólkayvirlitinum er broytingin í fólkatalinum +3,6%. 

 

Í kommununi vísa tey á, at færri fólk búgva Innan Glyvur og á Selatrað, og Morskranes stendur í stað.

 

Hinvegin hevur vøkstur verið í fólkatalinum við Kolbeinagjógv, og á Strondum er fólkatalið vaksið.

 

- Tilsamans eru vit 45 fólk fleiri nú enn hin 1. januar 2025, siga tey í Sjóvar kommunu.