Skopunar bygdarráð samtykti á fundi hin 8. januar í ár at gera eitt ískoyti til verandi byggisamtykt fyri kommununa við eini serstakari byggisamtykt fyri øki B2: Sethúsaøki.
- Henda serstaka byggisamtyktin hevur til endamáls at skipa útstykkingina til sethús umframt raðhús, siga tey í Skopunar kommunu.
Víst verður á, at økið, sum er útstykkjað, fevnir um 17 grundstykkir til sethús, eitt øki til raðhús, tvey grøn økir, umframt veg og gonguteig.
- Fyri viðurskiftir, sum ikki eru skipað í hesi serstøku byggisamtyktini, er almenna byggisamtyktin hjá Skopunar kommunu galdandi.
Í kommununi vísa tey á, at tilfar, sum lýsir uppskotið um serstaka byggisamtykt, liggur frammi á kommunuskrivstovuni frá 16. januar 2026 til 27. februar 2026.
- Skrivstovan er opin frá klokkan 9-13 mánadag til og við ríggjadag, siga tey í Skopunar kommunu.
Á heimasíðuni - www.skopun.fo - sæst neyvari kunning um uppskotið til serstøku byggisamtyktina fyri kommununa.











