Tórshavnar kommuna hevði 41 milliónir í avlopi

Hóast Tórshavnar kommuna gjørdi íløgur fyri næstan 326 milliónir krónur, hevði kommunan størsta avlopið í 2025.

Tórshavnar kommuna hevði eitt avlop á knappar 41 milliónir krónur í 2025.

 

Tað vísir uppgerðin hjá Fíggjarmálaráðnum yvir kommunalu roknskapirnar.

 

Kommunan hevði nettoinntøkur frá skatti á slakar 1,477 milliardir krónur. Nettoútreiðslurnar til rakstur vóru 1,099 milliardir, meðan íløgurnar vóru 325,9 milliónir krónur.

 

Tá ið rentuútreiðslurnar eru taldar við, endaði roknskapurin við einum avlopi á 41 milliónir krónur.

 

Klaksvíkar kommuna hevði næststørsta avlopið, 22,1 milliónir krónur. Vága kommuna hevði 7,7 milliónir í avlopi, og Vágs kommuna hevði 4,9 milliónir.

 

Størsta hallið hevði Runavíkar kommuna við 34,6 milliónum krónum.

 

Eysturkommuna hevði 25 milliónir í halli, Eiðis kommuna 15,6 milliónir, Fuglafjarðar kommuna 13,9 milliónir og Sunda kommuna 12,7 milliónir krónur.

 

Allar kommunurnar undir einum høvdu 40,4 milliónir krónur í halli. Uttan avlopið hjá Tórshavnar kommunu hevði samlaða kommunala hallið sostatt verið góðar 81 milliónir krónur.