Skógareldar brendu øki á stødd við níggju ferðir Føroyar

Meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum í Evropa og Norðurafrika í juli og august. 19 einstakir eldar fevndu um meira enn 10.000 hektarar hvør.

Álvarsamir skógareldar herjaðu stór øki í Evropa og Norðurafrika í summar.

 

Nýggj uppgerð frá Copernicus vísir, at meira enn 1,2 milliónir hektarar vórðu raktir av eldum frá 1. juli til 31. august 2026.

 

Hetta svarar til umleið 12.000 ferkilometrar – ella nærum níggju ferðir samlaða víddina av Føroyum.

 

Serliga stór brunnin øki vóru á Iberisku hálvoynni, í sunnara parti av Fraklandi, Italia, Grikkalandi, Balkanlondunum, Ukraina og Algeria.

 

Kortið hjá Copernicus fevnir um eldar, sum hava rakt øki størri enn 30 hektarar. Stóru sirklarnir vísa tey størstu brunnu økini, meðan smærri øki eru merkt við appilsingulum.

 

Tilsamans vóru 19 eldar, sum hvør sær raktu meira enn 10.000 hektarar. Tað svarar til í minsta lagi 100 ferkilometrar fyri hvønn eld.

 

Uppgerðin byggir á upplýsingar frá European Forest Fire Information System, EFFIS, sum er partur av tilbúgvingartænastuni hjá ES, Copernicus Emergency Management Service.

 

EFFIS savnar og veitir upplýsingar um skógareldar. Upplýsingarnar verða millum annað brúktar til at meta um skaðar, fylgja við vandanum fyri eldum og samskipa arbeiðið hjá tilbúgvingar- og skógarumsitingum í einstøku londunum.

 

Kortið er dagfest 2. september 2026.