8000 húsarhald mistu streymin eftir jarðskjálvta

- Jarðskjálvtin varð staðfestur klokkan 23.06, og streymslitið kom ávikavist klokkan 23.08 og 23.11, veit NRK at siga

Í nátt mistu 8000 húsarhald í Noregi streymin.

 

Norska kringvarpið - NRK - heldur tað ikki vera óhugsandi, at jarðskjálvtarnir, sum í gjárkvøldið raktu Norðurnoreg, vóru orsøkin.

 

Ein feilur í netinum hjá streymveitaranum, Linea í Helgelandi, var orsøkin til streymloysið, sum kom stutt eftir jarðskjálvtarnar.

 

NRK veit at siga, at jarðskjálvtin varð staðfestur klokkan 23.06, og streymslitið kom ávikavist klokkan 23.08 og 23.11, norska tíð.

 

Samanfallandi tíðarskeiðini gera, at streymveitarin fer at kanna hendingina nærri. Tey halda, at tað kann ikki útilokast, at samband var millum jarðskjálvtan og slitið.

 

- Tá jarðskjálvti og tveir feilir í streymnetinum hendu innan fáar minuttir, er tað náttúrligt, at kannað verður, um samanhangur er.

 

Tað sigur samskiftisfólkið hjá streymveitaranum, Linea, Frode Dorp, við NRK.

 

Lesið eisini: Jarðskjálvti rakti Norðurnoreg

 

https://in.fo/news-detail/jardskjalvti-hevur-rakt-nordurnoreg