- Landstingið skal hava fokus á, at samfelagið tjenar pengar fyri at kunna fíggja okkara vælferð.
Tað sigur fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Lars-Emil Johansen, sum hóast sjúkur fylgir væl við tí, sum rørist á politiska leikvøllinum í Grønlandi.
Sambært Sermitsiaq, sum hevur skift orð við mannin, heldur hann, at tað hendir ov lítið í Grønlandi.
- Tað tykist, sum vit ikki viðurkenna nýggju tíðina og teir møguleikar, sum vísa seg, men hetta eigur landsins leiðsla at gera, heldur hann.
Fyrrverandi landsstýrisformaðurin sigur, at landsins leiðsla eigur at skilja tað neyðuga í at tjena pengar, sum eru neyðugir til gerandisdagin hjá borgarunum.
- Vit liva í einum ógvuliga ríkum landi, men fólkið merkir hetta ikki, sigur maðurin, sum var uppi í politikki í Grønlandi í fleiri enn seksti ár.
Meira um hetta kann lesast á www.sermitsiaq.ag











