Ábøtur í Árnafjarðar kirkju

Árnafjarðar kirkja hevur fingið játtað nýggja hitaskipan og at bjálva gólvið.

Frá 1. septembur 2026 fer hetta arbeiðið í gongd. Arbeiðið tekur góðar 2 mánaðir, so væntandi verður farið aftur í kirkju 1 sunnudag í advent í Árnafjarðar kirkju.

 

Kirkjuráðið hevur avgjørt, at meðan arbeiðið verður gjørt, verður víst til Christianskirkjuna ella aðrar kirkjur sunnumorgnar.

 

Hetta skrivar Kirkjuráðið í Árnafjarðar kirkju á folkakirkjan.fo.