Martin Agnarsson var við frá dystarbyrjan, men var skiftur út eftir steðgin, tá lið hansara, Mjällby tapti 0-2 fyri Djurgården í dysti í bestu svensku fótbóltsdeildini. Tá Martin fór av vøllinum var støðan javnleikur 0-0.
Djurgården sum vann 4-0 á Mjällby á heimavølli í farnu viku skoraði bæði málini í kvøldsins dysti innanfyri fýra minuttir.
Mjällby er nummar 12 í deildini við 20 stigum. Í løtuni hevur Mjällby seks stig niður til næstaftasta plássið, har Örgryte hevur 14 stig, so gongdin er ikki góð.
Komandi mánakvøld klokkan 18 hevur Mjällby aftur dyst á vøllinum í Hällevik. Tá kemur gamla stórliðið, IFK Göteborg á vitjan.











