Aftur ólógligar dronur yvir flogvølli í Danmark

Løgreglan og danska verjan hava samstarvað um eina átak í nátt á flogvøllinum Karup. Loftrúmið varð stongt.

Millum annað hevur verið skipað fyri Danish Air Show við heimstaði á Karup Flogstøðini. Her er ein mynd frá 2022. (Arkivmynd) - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix

Enn eitt mál var um ólógliga dronuflúgving á einum flogvølli í Danmrk í nátt, upplýsir løgreglan.

Hesaferð á flogvøllinum Karup, sum liggur millum Herning og Viborg.

Hendingin fór fram í gjárkvøldið klokkan 20:15, men tað var ikki fyrr enn í morgun, at løgreglan í Mið- og Vesturjútlandi avgjørdi at siga almenninginum frá hendingini. Í fyrstu atløgu til TV Miðtvest.

Løgreglustjórin sigur við Ritzau, at løgreglan var við í "eini operatión" orsakað av ólógligari dronuflúgving bæði innan og uttan fyri flogstøðsøkið.

Í eitt tíðarskeið var loftrúmið stongt fyri sivilari flogferðslu orsakað av hendingini. Hetta hevði tó ikki stórvegis ítøkiligan týdning.

- Talan var um eina ella kanska tvær dronur, sigur løgregluovastin Simon Skelkjær.

Hann sigur eisini, at løgreglan hevur samstarvað við donsku verjuna um málið.

Hann vil ikki gera viðmerkingar til, um myndugleikarnir megnaðu at spora dronuna ella dronur og fylgja teimum.

Vaktarstjórin hevur eisini heitt á borgarar um hjálp.

- Vit hava áhuga í at frætta frá fólki, sum hava eygleitt okkurt fríggjakvøldið nærhendis flogstøðini, sigur Simon Skelkjær.

Seint mikukvøldið og hósnáttina vóru ólógligar dronuflúgvingar á Skrydstrup flogstøðini og á flogvøllinum í Aalborg, sum herurin eisini brúkar.

Myndugleikarnir hava lýst flúgvingarnar mikukvøldið og hósnáttina sum dømi um eitt hybrid-álop.

Tað vóru longu ólógligar dronur á flogvøllinum í Keypmannahavn mánakvøldið. Avleiðingin her var, at sivila flogferðslan varð stongd í umleið fýra tímar. Umleið 20.000 ferðafólk vóru seinkað.

Hendingarnar hava avdúkað ein danskan veikleika, hevur Ole Kværnø sagt. Hann er fyrrverandi brigadegeneralur og stjóri á Danish Centre for Defense Robotics and Autonomy.

Ein dronustrategi frá stjórnini, sum leingi hevur verið bíðað eftir, kann lætta um trupulleikan, heldur hann.

- Stjórnin hevur arbeitt við strategiini nú í tvey ár. Men málið er fast millum ymsar stovnar undir ráðunum, sum eru ósamdir um reguleringina á økinum, segði Ole Kværnø um dagarnar.

- Tað skal fáast uppá pláss so skjótt sum gjørligt, soleiðis at tað er greitt, hvør hevur heimild at gera nakað við dronurnar, sum kunnu koma inn, segði hann.

Óvissa ella ikki: Tað er eingin ivi um, at herurin hevur loyvi at skjóta dronur niður yvir øki við egnum innleggingum hjá herinum.

Um dagarnar segði Troels Lund Poulsen (V) verjumálaráðharri, at bæði herurin og løgreglan hava verið ov tepur í sambandi við átakið.

 

/Ritzau/

 

Millum annað hevur verið skipað fyri Danish Air Show við heimstaði á Karup Flogstøðini. Her er ein mynd frá 2022. (Arkivmynd) - Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix