Ein dystur er í dag leiktur í Burn Mansdeildini.
Í Hoyvíkshøllini megnaði H71 at knógva ein tepran 29-28 sigur á KÍF. Í steðginum var KÍF á odda 18-16.
Tá 51 minuttir vóru leiktir var KÍF á odda 27-25, men seinastu løtuna skutu teir bara eitt mál. Tá klokkan vísti 54 minuttir var H71 á odda 28-27. KÍF javnaði til 28-28, og tá H71 skoraði til 29-28 vóru fýra minuttir og 44 sekund eftir at leika. Men tað kom einki mál aftrat í dystinum.
Høgni Heinason og Jákup Egholm vóru toppskjúttar hjá H71 við sjey málum hvør. Fríði Weyhe var við 10 málum greiður toppskjútti hjá KÍF.
H71 hevur fýra stig, og KÍF hevur tvey stig. Bæði liðini hava leikt tveir dystir hvør.
Í morgin klokkan 16 vera tveir dystir leiktir. Teir eru Kyndil-Team Klaksvík í høllini á Hálsi í Havn, og VÍF-StÍF í høllini í Vestmanna.
HER ber til frá HSF at síggja dómaraseðilin frá dystinum millum H71 og KÍF:
##med2##