Landsliðsbakkurin, Samuel Chukwudi var á vøllinum í 64 minuttir, tá lið hansara, SJK Seinäjoki á heimavølli vann 2-1 á toppliðnum, Inter Turku. Øll málini vóru skotin meðan Samuel var á vøllinum.
Longu í áttanda minutti legði Elias Mastokangas SJK á odda. 10 minuttir undan steðginum økti kanadiski miðvallarin, Armaan Wilson til 2-0 við einum stútara. Inter Turku fekk spenning í uppgerðina aftur tíðliga í seinna hálvleiki, men nærri komu teir ikki.
SJK Seinäjoki er nummar fimm í ovara endaspælinum við 45 stigum. SJK hevur seks stig upp til oddaliðið, Ilves.
Komandi leygardag klokkan 15 hevur SJK dyst á heimavølli móti júst Ilves. Við sigri kunnu Samuel og liðfelagarnir minka um frástøðuna til oddin.
HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum SJK Seinäjoki-Inter Turku 2-1 (2-0):
##med2##