Markus var trífaldur málskjútti

1. DEILD: Skála staðfesti uppflytingina við stórsigri á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi, sum síðsta hálva tíman vóru undirmannaðir

Tað var veruleiki fyri einari viku síðani, tá ið skálamenn vunnu 4-0 í Sørvági, og í kvøld varð tað staðfest undir Mýruhjalla. Við 5-0 heimasigri í grannauppgerðini ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi er tað púra víst, at steðgurin hjá Skála í næstbestu deildini bara verður eitt ár, og at Skála í 2026 aftur verður í fremstu røð.

 

Tá ið tað í síðsta umfari í fjør var veruleiki, at Skála fór at flyta niður, varð tað roknað at vera óheppið, tí liðið mesta partin av árinum vísti avrik, sum vóru bestu deildini verdug. Tá vóru nógvir av teimum, sum nú hava verið við til at tryggjað liðnum uppflyting, eisini á liðnum, og nú flyta teir upp við fleiri royndum, enn teir høvdu í fjør.

 

Pauli Poulsen var venjari í fjør, hann er venjari í ár, og skálamaðurin Pauli Poulsen verður eisini venjari, nú Skála aftur fer at royna seg í bestu deildini.

 

Stóri málskjúttin á Skála í kvøld var Markus Isaksen. 19 ára gamli skálamaðurin skoraði trý mál í kvøld og harvið hattrikk. Hetta var annað hattrikkið hjá Markusi í næstbestu deldini í ár. Hitt skoraði hann, tá ið Skála 28. august á útivølli vann 9-0 ímóti grannunum í NSÍ.

 

Hini málini á Skála í kvøld skoraðu Martin Johansen og Simon Jørgensen. Teir báðir eru saman við Markusi Isaksen bestu málskjúttar í næstbestu deildini. Simon hevur skorað 25 mál, Martin hevur skorað 21 mál, og Markus hevur skorað 20 mál.    

 

Tá ið ein tími var farin, var støðan framvegis 3-0, eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Páll Eirik Djurhuus sá í sama minutti tvær ferðir gult og harvið eisini reytt, og so var liðið hjá Víkingi síðsta hálva tíman undirmannað.

 

Skála er uppflytari við 62 stigum. Í trimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini B71 (h), ÍF (ú) og AB (h).

 

Víkingur er á fimta plássi við 33 stigum. Í trimum teimum síðstu umførunum eru mótstøðuliðini EB/Streymur (h), B36 (h) og NSÍ (ú).