Fyrr í dag spældi liðið hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax fyrstu uppflytingarfinaluna móti EH Aalborg, ið hevur Anniku Fríðheim Petersen í hópinum.
Í Skansen høllini í Nørresundby vann EH Aalborg 28-25 á Ajax. Í steðginum var EH Aalborg á odda 13-9. Vár skoraði trý mál og Elsa skoraði eitt mál fyri Ajax.
Mikudagin klokkan 17.30 hittast liðini aftur í Bavnehøj høllini í Keypmannahavn.











