Ajax tapti triðu uppflytingar-finaluna

EH Aalborg vann samlaðu uppgerðina

Liðið hjá Elsu Egholm, Vár og Lív Zachariasen, Ajax má taka enn eitt kappingarár í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Ajax tapti í triðu og avgerandi uppflytingar-finaluni 26-31 fyri EH Aalborg í Nørresundby. Í fyrra hálvleiki leikaði javnt á, og var støðan javnleikur 13-13 í steðginum. Men í seinna hálvleiki var heimaliðið omaná. Elsa, Vár og Lív skutu eitt mál hvør.

 

Sostatt vann EH Aalborg samlaðu uppgerðina 2-1. Ajax fekk bert ein dyst á heimavølli, men tann dystin vunnu tær so. 

 

Annika Fríðheim Petersen var triði málverji hjá EH Aalborg í dag, men hon fekk onga spælitíð. 

 

Annika fer - sambært portal.fo - komandi kappingarár at spæla í bestu pólsku hondbóltsdeildini.