Tíðindaskriv frá Guðrið Poulsen, listafólk:
Corpus
Føroysk einkarsýning letur upp í Galateea Contemporary Art Galeria i miðbýnum í Bukarest, høvuðsstaðin í Rumeniu, mánadagin 18. Maj. Tað er Guðrið Poulsen, listafólk úr Havn sum hevur sína fyrstu listaframsýning í Rumeniu. Galateea Galeri er ein framsýngarstaður burturav til samtíðar keramisk list og er rikið av listafólki. Galaríð hevur virkað síðani 2011 og er einasta av sínum slagi í Rumeniu.
Um framsýningina siga fyriskipararnir ma.: Framsýningin CORPUS er ein reflektión yvir, hvussu kroppurin er eitt grundleggjandi tól fyri fatan og leið í verðini. Kuratoriskt verða verkini hjá Guðrið Poulsen sett í samband við fyribrigdarfrøðini, har kroppurin er sæti fyri minnið, rørslu og tey spor sum strukturera roynslu. Listarliga praksisin er úttrykk fyri hennara egnu royndir: gonguferðirnar, sambandið við tilfarið, føroyska landslagið og uppmerksemið á náttúrliga arkitekturin í rúminum virka sum formar fyri kropsligar sannkenningar og keramiska tilfarið varðveitir hesi møti sum sedimentarað løg, sum eitt slag av inniligari arkitektur.
Kurator er Alina Tudor. Ole Wich tók myndina. Framsýningin er inntil 15. juni.











