Viborg vann bronsudystin í FINAL FOUR í European League

Jana Mittún og liðfelagarnir reistu seg aftaná vónbrotið í hálvfinaluni

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg fingu ein góðan enda upp á kappingarárið.

 

Aftaná 24-26 (10-11) hálvfinalutapið í EHF European League fyri týska liðnum, Thüringer ígjár, so reisti Viborg seg í dag í bronsudystinum móti ungarska liðnum, MOL Esztergom.

 

Tað eydnaðist Viborg at vinna 35-30 á Esztergom. Tað gekk serliga væl hjá Viborg í fyrra hálvleiki, og í steðginum vóru tær á odda 19-13.

 

Jana skoraði fýra mál upp á fýra málroyndir. Sara Hald var flúgvandi hjá Viborg í dag. Hon var við 12 málum stórskjútti hjá Viborg í dag.

 

Í heyst bíðar eitt nýtt kappingarár hjá Janu í Viborg, umframt eitt spennandi EM-endaspæl við føroyska landsliðnum í desember.