Ákærur um brot á stutta vápnahvíld

Russland og Ukraina hava ákært hvørt annað fyri brot á eina vápnahvíld, sum kom í gildi í gjár.

Russiski forsetin, Vladimir Putin, segði leygardagin, at hann heldur, at ósemjan millum landsins við Ukraina fer at enda skjótt. Samstundis ákæra bæði Russland og Ukraina hvørt annað fyri at bróta vápnahvíldina. - Mynd: Ramil Sitdikov/Ritzau Scanpix

Sambært russisku tíðindastovuni Interfax upplýsir russiska verjumálaráðið, at Russland seinasta samdøgrið hevur skotið 57 ukrainskar dronur niður. Tað skrivar Reuters.

Russiskir hermenn hava "svarað í sama stíli" ukrainsku tiltøkunum við at fremja álop við rakettum og mortergranatum, upplýsir ráðið.

Ukraina hevði áður ákært Russland fyri at hava framt dronuálop og nærum 150 samanbrestir á vígvøllinum hóast vápnahvíld.

Reuters fekk ikki staðfest fráboðanirnar um bardagarnar.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, boðaði fríggjadagin frá, at vápnahvíld verður í tríggjar dagar millum Ukraina og Russland frá leygardegnum.

/Ritzau/