Tað verður Óli Mittún móti Jóhan á Plógv, GOG móti Skanderborg-Aarhus í hálvfinalunum í bestu donsku hondbóltsdeildini.
Í dag spældu Skanderborg-Aarhus og GOG seinastu dystirnar í ovara bólkaspælinum.
Í bólki 2 taptu Jóhan og liðfelagarnir í Skanderborg-Aarhus á heimavølli 28-31 (15-15) fyri Holstebro. Skanderborg-Aarhus er tó staðfestur bólkavinnari.
Jóhan skoraði seks mál upp á 11 málroyndir, og hann var toppskjútti hjá heimaliðnum.
GOG valdi at hvíla Óla til dystin á útivølli móti Aalborg í bólki 1. Aalborg vann dystin 35-32 (18-14). GOG endar á øðrum plássinum, og møtir tí Skanderborg-Aarhus í hálvfinalunum.
Fyrsta hálvfinalan millum Skanderborg-Aarhus og GOG verður leikt í Djurslands Bank Arena, mikudagin 20. mai klokkan 17.30. Liðini hittast aftur í Svendborg, leygardagin 23. mai, og um neyðugt verður við triðju hálvfinaluni aftur í Djurslands Bank Arena, týsdagin 26. mai.
TV2 Sport vísir hálvfinalurnar.
Óli fer nú saman við landsliðsliðfeløgunum at hugsavna seg um báðar HM-undankappingardystirnar móti Bosnia-Hersogovina. Fyrst á útivølli hóskvøldið, og tveir dagar seinni við Tjarnir.











