Hvar og hvussu fert tú at halda nýggjár?
- Nýggjárið verður hildið saman við familjuni. Tað verður kalt borð við øllum møguligum góðum, hjá miðlingadóttrini.
Tað sigur Eyðun Jacobsen, og hann leggur aftrat, at kennur hann fólkaslagið rætt, verður helst eitt ordans brak á midnátt.
Hvat var tað besta, sum hendi í 2025?
- Tað var, at konan og eg kundu halda gullbrúdleyp hin 23 august. Hetta var ein stórur dagur, har familja, vinir og kenningar gleddust saman við okkum í Kelduni. 50 ár í viðgongd og mótgongd, har Jesus hevur leitt okkum ígjøgnum alt.
Eyðun Jacobsen sigur, at tey fingu eisini enn eitt ommu-og abbabarn í árinum, sum sjálvandi er eitt undur í sær sjálvum og til stóra gleði.
Og hvat var tað keðiligasta?
- Tað keðiligasta og syrgiligasta var, at ein meiriluti í okkara lóggevandi valdi samtykti at loyva fríari fosturtøku upp til 12. viku - ja, faktiskt longri enn tað. Fostrið ella barnið bleiv harvið gjørt virðisleyst, sigur hann.
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2026?
- Mín vón er, at land og fólk okkara fáa eitt gott og vælsignað 2026, fylt við gleði, framgongd og friði og at Guds orð eisini fær enn meiri virðing og framgongd. Við ynski um Guds ríku signing yvir okkum øll.
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Nei. nýggjárslyfti gevi eg ikki. Eg leggi árið í Guds hendur við vón og vissu um, at Hann tekur sær av okkum, sigur Eyðun Jacobsen.











