Carlos Alcaraz og Jannik Sinner hava hitst í trimum grand slam finalum á rað, og í US Open sunnudagin endaði tað við einum sponskum sigri í fýra settum.
Í Wimbledon í summar vann Sinner, meðan Alcaraz stutt frammanundan vann French Open. So hava teir báðir kappingarneytarnir býtt stóru heitini pent ímillum seg seinastu tíðina.
- Eg síggi tykkum meira enn mína egnu familju, sigur 22 ára gamli Alcaraz í samrøðuni við vinnaran við einum speiskum eygnabrá, sum vendir sær til tvey ár eldri Sinner.
- Tað er sera serligt fyri meg. Vikurnar, eg eri her, eru ein framíhjárættur, og eg kenni meg heima her.
Sinner royndi til fánýtis at fáa fatur á spanska kappingarneyta sínum í US Open finaluni, men yvirvágin var ov stór, sigur italiumaðurin virðiliga.
- Eg gjørdi alt, sum eg kundi, men tað var ikki nóg mikið. Tú vart betri enn eg, sigur Sinner.
Tað er ikki bara í trimum teimum seinastu Grand Slam kappingunum, at teir báðir tennisleikararnir hava víst sín klassa.
Alcaraz og Sinner hava faktiskt javnt býtt øll Grand Slam heiti ímillum seg í 2024 og 2025. Í tí tíðarskeiðnum hevur Sinner vunnið øll fýra Grand Slam heiti síni.
Við sigrinum í US Open kom Alcaraz til seks Grand Slam-heiti. Hann vann sítt fyrsta av hesum á US Open í 2022 sum 19 ára gamal, og í 2023 vann hann Wimbledon.
/Ritzau/