Hetta gjørdist eitt gott kvøld hjá føroyingaliðunum í bestu íslendsku hondbóltsdeildini hjá monnum.
Allan Norðberg og liðfelagarnir í Vali vunnu á heimavølli 31-24 á Stjörnuni, ið framvegis má klára seg uttan Jóhannes Bjørgvin. Í steðginum var Valur á odda 16-12.
Allan var við fimm málum næstbesti málskjúttin hjá Vali.
Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding vunnu eisini greiðan sigur á heimavølli. Afturelding vann 31-22 á Haukum. Í steðginum var Afturelding á odda 15-9. Sveinur var noteraður fyri eitt mál.
Støðan:
##med2##
Kelda: Morgunblaðið












