Champions League: Füchse Berlin vann níggjunda sigurin á rað

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir eru ikki til at steðga

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin hava vunnið níggju av níggju dystum í bólki A í Champions League. 

 

Í kvøld vann Füchse Berlin á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 38-34 á ungarska liðnum, Veszprem. Tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum var ungarska liðið á odda 27-25. Men við einum góðum endaspurti vann Füchse Berlin enn ein Champions League sigur.

 

Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.

 

Komandi sunnudag klokkan 15.30 hevur Füchse Berlin dyst á heimavølli í bundesliguni móti Lemgo.

 

HER er støðan í Champions League bólki A:

 

##med2##

 

Kelda: Sofascore