Hin 14. februar í 2024 sendi Klaksvíkar kommuna sambært grein 7 í býarskipanarlógini Umhvørvismálaráðnum uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy til góðkenningar.
- Talan er um at fáa til vega byggisamtykt fyri svínoyarbygd, tí eingin byggisamtykt er frammanundan í Svínoy.
Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag, sum eisini fevnir um Svínoy.
Lagt verður aftrat, at uppskotið hevur leingi verið ávegis og hevur ligið frammi í trimum umførum - seinast frá 22. apríl til 13. mai 2024.
- Tá freistin at koma við møguligum mótmælum ella broytingaruppskotum var farin hin 3. juni í 2024, hevði kommunan fingið 12 mótmælir, sum eru viðgjørd av Klaksvíkar býráði.
Býarskipanarnevnd Landsins hevur havt málið til ummælis og mælir til at góðkenna byggisamtyktina fyri Svínoy.
- Umhvørvismálaráðið hevur við heimild í grein 4 í býarskipanarlógini síðan góðkent byggisamtyktina fyri Svínoy, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
Um heimasíðuna - www.klaksvik.fo - sæst galdandi byggisamtykt fyri Svínoy, og her síggjast eisini kort yvir Svínoy, um onkur hevur áhuga fyri hesum.











