Altjóða Alzheimerdagur hildin í Suðuroy

Altjóða Alzheimerdagur er 21. september, og í ár verður dagurin hildin á Seglloftinum á Tvøroyri.

Hilmar Augustinussen, nevndarlimur í Alzheimersfelagnum, Súsanna Bertholdsen, landsstýriskivnna í heilsumálum, Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimersfelagnum, og Katrin Joensen, samskipari felagsins

Landsstýriskvinnan í heilsumálum Súsanna Bertholdsen setir tiltakið.

Á skránni verður m.a. lagt fram úrslit frá nýggjari føroyskari spurnakanning um støðuna hjá avvarðandi í familjum, har demensur rakar. Somuleiðis verður greitt frá verkætlanini um einar demensvinarligar Føroyar. Eisini verður tónleikur afturvið kaffi og onkrum leskiligum.

Høvi verður til spurningar og dialog.

Neyv skrá fyriliggur seinni.

Tiltakið er ókeypis, og er frá kl. 14.00 – 16.15 sunnudagin 21. september. 

Tað er nevndin í Alzheimerfelagnum, ið skipar fyri degnum á hvørjum ári. 

##med2##