Amerikanski tjóðbankin heldur rentuni óbroyttari

Amerikanski tjóðbankin, Federal Reserve (Fed), hevur valt at halda leiðandi rentuna óbroytta á 3,5 til 3,75 prosent.

Avgerðin varð kunngjørd í kvøld eftir fyrsta rentufundin undir nýggja stjóranum, Kevin Warsh.

 

Avgerðin kom ikki óvart á búskaparfrøðingar, sum frammanundan høvdu roknað við, at rentan fór at verða óbroytt. Kortini verður stórur ansur lagdur á, hvørji tekin nýggi stjórin gevur um komandi rentupolitikkin.

 

Sambært Philip Jagd, íløguleiðara hjá danska pensjónsfelagnum Sampension, er Kevin Warsh í einari truplari støðu. Hann vísir á, at amerikanski forsetin, Donald Trump, ynskir lægri rentur, samstundis sum inflatiónin og sterki arbeiðsmarknaðurin ikki geva greiða orsøk til rentulækkingar í bræði.

 

Fed hevur tí enn einaferð valt at halda fast við verandi rentustøði, meðan bíðað verður eftir greiðari búskaparligum tekinum.