Macron: Valjavnvágin er nú til fyrimun hjá Ukraina

Leiðararnir í G7-londunum eru samdir um, at valjavnvágin í krígnum millum Ukraina og Russland er flutt til fyrimuns hjá Ukraina.

Emmanuel Macron segði eftir G7-toppfundin, at londini eru samd um at økja trýstið á Russland fyri at fáa frið í Ukraina. Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix.

Tað segði franski forsetin, Emmanuel Macron, eftir G7-toppfundin í Fraklandi.

– Ukraina trýstir fram, stendur ímóti, meðan Russland flytur seg aftur, segði Macron sambært Reuters.

Peter Viggo Jakobsen, lektari í krígsfrøði á Verjuakademinum í Danmark, heldur, at metingin hjá Macron er lutvíst røtt. Hann vísir á, at Russland í longri tíð hevði framgongd á vígvøllinum, men at Ukraina seinastu mánaðirnar hevur vunnið nakað av øki aftur og megnað at steðgað framgongdini hjá russum.

– Bardagagongdin er framvegis javnari enn áður, og tí kann ein siga, at útlitini eru vorðin eitt sindur betri fyri Ukraina, sigur hann.

Macron segði eisini, at G7-londini eru samd um at herða trýstið á Russland fyri at fáa frið í lag í Ukraina. Sambært franska forsetanum hevur amerikanski forsetin, Donald Trump, viðurkent, at Russland ikki ynskir frið, og tað vísir sambært Macron eina broytta amerikanska áskoðan á kríggið.

G7 fevnir um USA, Kanada, Frakland, Japan, Italia, Stórabretland og Týskland. Eisini ES luttekur á fundunum.

/ritzau/

 

Emmanuel Macron segði eftir G7-toppfundin, at londini eru samd um at økja trýstið á Russland fyri at fáa frið í Ukraina. Mynd: Ludovic Marin/Ritzau Scanpix.