Stóri fótbóltsheimasíðan Flashscore/Soccerstand hevur valt Andrias Edmundsson á vikuliðið fyri topp-5 fótbóltsdeildirnar í Evropa.
Talan er um eitt vikulið við leikarum, ið spæla í Seriu A, Bundesliguni, Premier League, La Liga og bestu fronsku fótbóltsdeildini.
Vorðið sum stórur heiður hjá toftamanninum.
Andrias fekk sera góð ummæli aftaná 1-1 javnleikin hjá Hellas Verona á San Siro móti Inter Milan. Hann gjørdi eitt óheppið sjálvmál, men vardi væl fyri í nógvum støðum.
HER er vikuliðið fyri topp-5 deildirnar. Andrias er at finna millum prominent nøvn í evropeiskum toppfótbólti:
##med2##












