Umhvørvisstovan skrivar, at hóast tað samlaða útlátið ikki er broytt stórvegis frá 2024 til 2025, eru nógvar broytingar í einstøku bólkunum. Eins og ofta áður ávirka útlendsku fiskiskipini heildarmyndina. Um útlát frá útlendskum fiskiskipum ikki verða tald við, er hækkingin í samlaða útlátinum 4,8 prosent, sum svarar til eini 45.800 tons av CO2 eindum.
Uppgerðin undan hesari vísti, at í 2024 í mun til 2023 minkaði nýtslan av olju, og harvið eisini útlátið av vakstrarhúsgassi hjá øllum brúkarum. Henda jaliga gongdin helt tó ikki inn í 2025. Útlátið er økt í fleiri bólkum, meðan tað í øðrum er minkað. Hyggja vit nærri, eru størstu broytingarnar millum 2024 og 2025 hesar:
##med2##
Gev her gætur, at uppgerðin er gjørd sambært altjóða vegleiðingini hjá millumtjóða veðurlagsráðnum IPCC, sum byggir á territoriala princippið, hetta merkir at uppgerðin einans fevnir um bunkringar í Føroyum, tað merkir at olja, sum útlendsk fiskiskip keypa í Føroyum, telur við, meðan olja, sum føroysk fiskiskip keypa uttanlands, ikki telur við.
Vilt tú vita nærri um útlát av vakstrarhúsgassi í Føroyum, um keldurnar, um gongdina og um orsøkir til at útlátið antin hækkar ella lækkar, er eitt gott mið at taka niður okkara nýggjastu Frágreiðing um útlát av vakstrarhúsgassi 1990-2025
Í Vitanargrunninum finnur tú høvuðstølini frá uppgerðini: Útlát av vakstrarhúsgassi – Umhvorvisstovan












