Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona megnaðu í torførum dysti á útivølli í Seriu A javnleik 1-1 móti Inter Milan.
Í 47. minutti avrættaði Andrias eitt skot, ið fór í netið til 1-0 til Inter Milan. Talan var um svarta óeydnu.
Men seinni var eydnan blíð við Hellas Verona. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat fangaði Kieron Bowie ein leysan bólt í brotsteiginum hjá Inter, og hann sendi hann í netið til javnleik 1-1.
Andrias er besti leikarin í dystinum hjá bæði Sofascore og Soccerstand. Sofascore gevur Andriasi karakterin: 8,3, og Soccerstand gevur Andriasi karakterin: 8,2 (av 10 møguligum). Sera flott avrik hjá føroyska landsliðsbakkinum.
Hellas Verona er næstaftast í deildini við 21 stigum. Pisa er aftast í deildini við 18 stigum.
Nú fara Andrias og liðfelagarnir eftir at enda kappingina væl.
Komandi sunnudag klokkan 14 spælir Hellas Verona seinasta dystin í hesum kappingarárinum á Stadio Marcantonio Bentegodi leikvøllinum í Verona. Tá kemur AS Roma á vitjan.
Eftir tað kann Andrias fara í summarferiu aftaná nakrar minniligar dystir í Seriu A.











