Antin fáa tey eykajáttan – ella verður eingin sigling

Sum støðan er nú, sær svart út í heyst, sigur stjórin á Strandferðsluni

Oljuprísurin er farin til himmals og tað rakar Strandferðsluna sera meint. Sum støðan er nú, sær tað ikki gott út, tá ið vit koma út á heystið, sigur Jóhan Petur Abrahamsen, virkandi stjóri á Strandferðsluni. Hann vil ikki siga nágreiniliga, hvussu nógv fer at mangla í, men tað skilst á honum, at talan verður yvir 20 milliónir, kanska upp ímóti 30 milliónum, sum fara at mangla í, tí oljan er vorðin so dýr.

 

Tað er langt síðani, at tey gjørdu vart við støðuna hjá politiska myndugleikanum, men tey hava ikki frætt nakað aftur. Tá bað Strandferðslan um eina eykajáttan upp á 22 milliónir, men tey fingu 11. Tá varð eisini nevnt, at varð ferðaætlanin skerd 50 prosent longu tá, hevði tað borið til at hildið játtanina. Men tað hoyrdu tey einki aftur um.

 

Síðani tá er oljan dýrkað nógv afturat og nú er støðan tann, at verður eingin eykajáttan, ella verður eingin sigling, sigur virkandi stjórin. Strandferðslan hevur áður sagt, at tað bar ikki til at prístryggjað alla oljuna á einum nøktandi prísi í ár, tí tað var so seint, at tað varð greitt, hvørja játtan tey fingu at arbeiða við.