Undan toppdystinum í ovara endaspælinum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini móti AB í Hjørring, so høvdu Ari Olsen og liðfelagarnir í Vendsyssel FF ikki tapt í 12 dystum á rað.
Men 13 er tiltikið óeydnistal, og í dag stóð Vendsyssel fyri fyrstu ferð aftaná ein dyst í 2026 eftir við ongum stigi.
Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn-Pedersen legði heimaliðið á odda í 57. minutti, men seinastu løtuna glapp tað hjá Vendsyssel. AB javnaði í 82. minutti, og tríggjar minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði AB sigursmálið.
AB er greitt oddalið við 65 stigum, meðan Vendsyssel hevur 57 stig á øðrum plássinum. Næstved hevur 51 stig á triðja plássinum. Um Vendsyssel hevði hildið 1-0 leiðsluna høvdu teir gott og væl tryggjað sær uppflytingina.
Komandi sunnudag klokkan 13 hevur Vendsyssel í triðseinasta umfarinum dyst á heimavølli móti Roskilde, ið hevur 43 stig, og hevur tí ongan møguleika at flyta upp.











