Í kvøld fekk Týskland jarðað spøkilsi frá HM-endaspølunum í 2022 og í 2018, tá teir ikki megnaðu at vinna seg víðari úr bólkaspælinum.
Við 2-1 sigri á Fílabeinsstrondini á BMO Field leikvøllinum í Toronto í innleiðandi HM-bólki E hevur Týskland longu vunnið seg víðari í kappingini.
Hetta er fyrstu ferð síðani 2014, at týskarar vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Tá vunnu teir HM. Og hetta er fyrstu ferð síðani 2006, at teir hava vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í einum HM-endaspæli. Tá vunnu teir bronsu.
Tað var tó Franck Kessie, ið legði Fílabeinsstrondina á odda 1-0, tá farið var um fyrsta hálva tíman. Stutt frammanundan hevði Týskland fingið kolldømt eitt mál. Leingi tyktust týskarar fjálturstungnir, men í 68. minutti loysnaði tað hjá týsku favorittunum. Nadiem Amiri sendi ein góðan bólt inn í brotsteigin, har innskifiti, Deniz Undav tók av og javnaði til 1-1. Í yvirtíðini gjørdist Deniz Undav stóra hetjan hjá Týsklandi, tá hann skoraði sigursmálið. Hesaferð hamraði Deniz Undav bóltin í netið, og so kundu týskararnir stórfegnast um, at spøkilsið frá 2022 og 2018 var jarðað.
Týskland er fremst í bólkinum við seks stigum. Fílabeinsstrondin hevur trý stig, meðan Ekvador og Kurasau einki stig hava.
Týskland-Fílabeinsstrondin 2-1 (0-1)
0-1 Franck Kessie (30.)
1-1 Deniz Undav (68.)
2-1 Deniz Undav (90.+)
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum Týskland og Fílabeinsstrondin.
Klokkan eitt í nátt - føroyska tíð - spæla Ekvador og Kurasau á Arrowhead leikvøllinum í Kansas býi. Ekvador er risastórur favorittur móti Kurasau, ið tapti 1-7 fyri Týsklandi í fyrsta dystinum.
-------------
HER ber til at síggja hvussu HM verður víst í teimum ymisku londunum, hvørs sjónvarpsrásir vísa HM-dystirnar. Ovast til høgru er eitt yvirlit við teimum ymisku londunum.











