Hitabylgja herjar í Europa – alkoholforboð og skógareldur

Fleiri lond í Europa eru í hesum døgum rakt av ógvusligari hitabylgju, sum hevur elvt til bæði serlig tiltøk hjá myndugleikunum og stóran skógareld.

Fólk køla seg í Saint-Martin-veitini í París, har hitin nærkast 40 stigum. Fleiri lond í Europa eru rakt av ógvusligari hitabylgju. Mynd: Arnaud Finistre/Ritzau Scanpix

Í Fraklandi hevur veðurstovan Meteo France sent út hægsta hitaávaring fyri meira enn ein triðing av landinum, skrivar Reuters.

Í morgin verður væntað, at hitin fer upp í 39 til 40 stig í útsynnings Fraklandi, París og Bourgogne. Summastaðni kann hitin koma heilt upp á 41 stig.

Hitabylgjan fellur saman við tónleikafestivalinum Fête de la Musique, sum verður hildin kring alt Frakland.

Tí hava fronsku myndugleikarnir bannað alkoholdrykkjum á almennum støðum í morginí teimum 35 økjunum, har hægsta hitaávaring er galdandi. Millum annað er forboðið í París.

– Samansetingin av alkoholi, hita og tørvinum á vætu er ein vandamikil blanding, sigur varaborgarstjórin í París, Emmanuel Grégoire, sambært AFP.

Umleið 26 milliónir fraklendingar verða raktir av hitaávaringunum.

Eisini í Týsklandi eru ávaringar sendar út um sera heitt veður. Har nærkast hitin 38 stigum, og sambært týsku veðurstovuni DWD kann samansetingin av hita og høgar luftvætu elva til harðligt toruveður.

Í Grikkalandi kyknaði í dag stórur skógareldur á oynni Evia. Myndugleikarnir hava heitt á fólk í býunum Mesochoria og Raptei um at rýma.

88 sløkkiliðsfólk, átta sløkkiflogfør og seks tyrlur arbeiða við at basa eldinum, men nógvi vindurin ger sløkkiarbeiðið torført, og eldurin breiðir seg framvegis.

Í Spania verður eisini væntað upp í 39 hitastig í morgin.

Hitin hevur fingið spanska fótbóltssambandið at lata aftur fanzonuna á Plaza de Colón í Madrid, har fólk annars skuldu hyggja at HM-dystum á stórskíggja.

– Av trygdarávum og fyri at verja fólkaheilsuna hava vit avgjørt at avlýsa øll tiltøk í Colón Fan Zone, eisini sýningina av dystinum, sigur spanska fótbóltssambandið.

Spania spælir sunnudagin HM-dyst móti Saudiarabia.

/ritzau/

 

Fólk køla seg í Saint-Martin-veitini í París, har hitin nærkast 40 stigum. Fleiri lond í Europa eru rakt av ógvusligari hitabylgju. Mynd: Arnaud Finistre/Ritzau Scanpix