Arsenal tók ikki av í málríkari grannauppgerð

Tottenham og Arsenal deildu seks mál sína millum, meðan Chelsea hevur yvirhálað Arsenal eftir tryggan sigur á Birmingham. Arsenal misti aftur í kvøld eina leiðslu, tá teir fóru frá at verða á odda 3-1, til at spæla 3-3 á White Hart Lane í grannauppgerðini móti Tottenham. Rafael Van der Vaart skoraði tvey fyri Tottenham. Á Stamford Bridge gekk Florent Malouda á odda, tá Chelsea vann 3-1 á Birmingham, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.

 

Grannauppgerðin í norður London var bara tólv minuttir gomul, tá Samir Nasri skoraði triðja málið í dystinum. Fyrst legði Theo Walcott Arsenal á odda, men tveir minuttir seinni javnaði Rafael Van der Vaart við høgrabeins skoti. Tað gingu bara fimm minuttir, so var Arsenal aftur á odda. Samir Nasri smekkaði til uttanfyri brotssteigin. Útsýnið hjá Gomes í Tottenham málinum var ringt og bólturin vóru beina leið í málið.

 

Fimm minuttir fyri hálvleik eydnaðist tað Robin van Persie í aðru atløgu, at leggja Arsenal á odda 3-1. Men tað gekk aftur bara ein løta, so svaraði Tottenham aftur við mál skoti frá Tom Huddlestone. Eisini her var útsýnið hjá málmanninum ringt.

 

Tottenham var omaná fyrru hálvu í seinna hálvleiki og tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Rafael van der Vaart upp á brotsspark. Bara sekundir seinni var Luka Modric um reppi at leggja Tottenham á odda, men Arsenal málverjin bjargaði úr stuttari fjarstøðu.

 

Hvørki av liðnum megnaði at skora avgerandi málið og sostatt er Arsenal nú nummar trý í Premier League. Teir hava sama stigatalið sum Chelsea, men eina verri málúrtøku. Manchester United liggur nú fremst við seks stigum.

 

Chelsea vann Stamford Bridge móti Birmingham. Fraklendingurin, Florent Malouda skoraði tvey, meðan Salomon Kalou skoraði tað triðja.

 

Premier League úrslit:

 

Chelsea ? Birmingham 3-1

1-0 Florent Malouda, 3

2-0 Salomon Kalou, 26

3-0 Florent Malouda, 63

3-1 Sebastian Larsson, 77 br

 

 

Tottenham ? Arsenal 3-3

0-1 Theo Walcott, 5

1-1 Rafael Van der Vaart, 7

1-2 Samir Nasri, 12

1-3 Robin van Persie, 40

2-3 Tom Huddlestone, 44

3-3 Rafael Van der Vaart, 70 br