Ársins venjaratoymi: Tær elska fimleikin

Fimleikagalla er í Bylgjuni í Runavík í kvøld, og her verða fleiri fimleikarar heiðraðir.

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.

Ja, tær elska fimleikin. 

 

Hóast ungar, so eru hesar tvær eldsálir í felagnum, sum vit eru sera fegin um at hava hjá okkum.

 

Tær eru nærlagdar og dugnaligar og duga at taka fimleikin í størsta álvara, men tær duga eisini at taka stuttleikan við.

 

Teirra lætta lyndi ger venjingarnar til eitt spæl, og hetta er uttan iva ein av orsøkunum til menningina, sum liðið hjá teimum hevur havt.

 

Tær hava megnað at bygt eitt lið upp - ja, eitt lið, sum vann FM 2022. 

 

Vinnararnir sum Ársins venjaratoymi 2022 eru Guðrun og Gertrud úr Ljósinum.

 

In.fo fylgir gongdini í Bylgjuni í kvøld.

 

##med2##

 

Myndirnar í Bylgjuni í Runavík tók Erla Ziskasen.