B36 leigar tveir spælarar út

Tveir av ungu og evnaríku B36 spælarunum fara nú at royna seg í EB/Streymi

Komandi leygardag, 15. juni, letur flytingarvindeygað upp.

Tá flyta tveir av ungu B36 spælarunum úr Gundadali og norður í Hólman á Eiði at venja.

Jákup Mørk, formaður í B36, sigur, at feløgini eru samd um, at ungu menninir skulu fáa høvi at royna seg í EB/Streymi, har líkindini hjá teimum ivaleyst eru betri at fáa royndir í fremstu røð, enn tey í løtuni eru tað í B36.

Talan er um Ragnar Samuelsen og Sveinur Lava Olsen, sum higartil í ár hava verið fastir menn á B36 liðnum í næstbestu deildini.

19 ára gamli Ragnar Samuelsen hevur bara umboðað barndómsfelagið B36. Á besta liðnum hevur hann roynt seg sum vongverji. Higartil hevur hann spælt 22 landskappingardystir á besta liðnum, fýra steypadystir, ein stórsteypadyst og ein í Europa League, veit faroesoccer.com at siga.

18 ára gamli Sveinur Lava Olsen flutti í vetur úr HB og til grannarnar í B36, sum skrivaðu undir trý ára sáttmála við unga mannin, sum er miðverji og miðvallari. Sveinur hevur eina løtu verið á besta liðnum í landskappingardysti og spælt ein dyst í kappingini um løgmanssteypið.

Sveinur Lava Olsen hevur spælt átjan ferðir á U-17 landsliðnum.

-Vit rokna við ungu monnunum, og tað fer at koma væl við hjá teimum at fáa fleiri møguleikar á besta liðnum í EB/Streymi, enn teir í løtuni fáa hjá okkum, sigur B36 formaðurin Jákup Mørk.

B36 er á triðja plássi við 27 stigum, og EB/Streymur er á áttanda plássi við sjey stigum.