Seinasta fríggjadag hendi ein syrgilig bátsvanlukka í tí, tey rópa Nappstraumen í Lofoten í Noregi.
Ein svensk familja á seks fólk hevði keypt sær ein fiskitúr við báti og ferðaleiðara.
Men, meðan tey vóru úti, koppaði báturin, og ein genta kom ikki afturíaftur. Hini øll vórðu bjargað.
Bjargingararbeiðið var rættiliga avbjóðandi, og undir bjargingarátakinum læt eisini eitt av bjargingarfólkunum lív.
Leitað hevur verið eftir 11-ára gomlu gentuni, bæði á sjógvi og á landi, og seinnapartin í dag veit norska løgreglan at siga, at líkið av gentuni er funnið.
- Tað var vaktar-og bjargingarskpið, KV Jarl, sum fann líkið á umleið 25 metra dýpi, sigur løgreglan, sum leggur aftrat, at tey avvarðandi hava fingið boðini.
Hetta veit norska kringvarpið - NRK - at siga.
Lesið eisini:
Syrgilig bátsvanlukka í Lofoten - https://www.in.fo/news-detail/syrgilig-batsvanlukka-vid-lofoten-i-noregi