Liðið hjá Súnu tapti fyri liðnum hjá Rakul

Tíverri gjørdist dysturin Skanderborg-Ringkøbing ikki nógv av einari føroyingauppgerð

Tvey lið hjá føroysku landsliðsleikarum møttust í bestu donsku hondbóltsdeildini seinnapartin í dag. 

 

Á heimavølli í Skanderborg tóku Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg móti liðnum hjá Rakul Wardum, Ringkøbing. 

 

Ringkøbing vann dystin 28-26 aftaná at hava verið á odda 15-14 í steðginum. 

 

Súna skoraði trý mál, legði upp til eitt mál og vann liðnum trý brotskøst. Tíverri var Rakul bert at síggja í málinum til tað eina brotskastið hjá Skanderborg. Annars vardi Stephanie Christensen málið hjá Ringkøbing gott og væl allan dystin. 

 

Ringkøbing er nummar seks í deildini við seks stigum fyri fýra dystir. Saman við Horsens og Sønderjyske er Skanderborg í botninum í deildini við ongum stigi aftaná fýra teir fyrstu dystirnar.